Kundarnir mugu vera tolnir

Kundarnir mugu vera tolnir
Tað fara at ganga fleiri mánaðir áðrenn tryggingartakarar í Tryggingarfelagnum Føroyum fáa útgoldið vinningsbýti
Tryggingartakarar í Tryggingarfelagnum Føroyar fáa nú vinningsbýti. Tað samtykti umboðsráðið hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna á eykaaðalfundi fríggjadagin
 
14.12.2015 - 16:58

Tryggingartakarar í Tryggingarfelagnum Føroyar fáa nú vinningsbýti. Tað samtykti umboðsráðið hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna á eykaaðalfundi fríggjadagin.

Vinningsbýtið verður útlutað í mun til, hvussu stórt avlop samtakið hevur, stendur í tíðindaskrivi frá Tryggingarfelagnum Føroyum.

SÍ EISINI Fáa part av avlopinum

Ynskið um at rinda út vinningsbýti er grundað á, at TF Holding samtakið nú hevur eina hóskandi styrki og trygt grundarlag, sum ger vinningsbýtið fíggjarliga møguligt.

Víst verður á, at eginognin í felagnum var 2,5 milliardir kr. fyrra hálvár í ár, og úrslitið fyrra hálvár var 109 milliónir kr. Vinningsbýtið er tengt at komandi ársúrslitinum hjá samlaða TF Holding samtakinum.

Aðalfundurin tekur avgerð um útgjald

Avgerð um at útluta møguligt vinningsbýti verður árliga tikin á aðalfundinum hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna, fyrstu ferð á ársaðalfundinum í apríl 2016, tá endaligt grundarlag fyri møguligum útgjaldi er tøkt.

Allir tryggingartakarar í Tryggingarfelagnum Føroyum eru limir í Ognarfelag Tryggingartakaranna. Virksemið hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna verður í høvuðsheitum útint umvegis partafelagið TF Holding.

TF Holding er skipað sum eitt samtak við móðurfelagi og seks dótturfeløgum, eitt nú Tryggingarfelagið Føroyar, Eik Banki og Betri pensjón.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329