Færri danir doyggja av hjartasjúkum

Færri danir doyggja av hjartasjúkum
Alsamt færri fólk í Danmark doyggja av hjartasjúkum, vísa nýggjastu tølini. Talið er farið niður í helvt eftir 20 árum
Talið av danum, sum hvørt ár doyggja av hjartasjúkum, er farið niður í helvt eftir 20 árum. Skjótari og betri viðgerðir muna væl, heldur yvirlækni á Ríkissjúkrahúsinum
 
25.12.2015 - 12:59

Sunnari lívsstílur, betri læknar og skjótari viðgerðir. Tað eru nakrar av orsøkunum til at alsamt færri danir doyggja av hjartasjúkum enn fyrr.

Í 2014 doyðu 127 danir av hjartasjúkum, ella sjúkum tengdar at hjartasjúkum. Fyri 20 árum síðani var talið tvífalt so stórt, skrivar dr.dk

Skjótari og betri viðgerðir

Tað eru serliga skjótari og betri viðgerðir, ið viðvirka til, at talið av danum, sum nú doyggja av hjartasjúkum, er minkað nógv seinnu árini, sigur ein serfrøðingur.

- Fólk við blóðproppum kunnu bjargast, tí tey fáa skjóta hjálp og verða flogin ella koyrd til sjúkrahús, sigur Thomas Engstrøm, yvirlækni á Ríkissjúkrahúsinum.

Harumframt er heilivágurin eisini blivin betri, og fólk ringja skjótari eftir hjálp, tá tekin eru um at fólk hava fingið blóðtøpp, sigur yvirlæknin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391