98 fólk vendu sær til Kris fyrra hálvár í fjør

98 fólk vendu sær til Kris fyrra hálvár í fjør
80 % av teimum vendu sær til Kris fyri fyrstu ferð
 
23.01.2016 - 09:37

Kris hevur gjørt upp hagtøl fyri fyrra hálvár í 2015. Heili 98 fólk heittu á Kris fyri at fáa hjálp fyri kynsligan ágang sum teimum hevði verið fyri.

Hetta vísir ein uppgerð, sum ráðgevingin fyri tey, ið eru kynsliga misnýtt, hevur gjørt.

Ein triðingur av áheitanunum komu frá viðkomandi sjálvum. Ein góður triðingur av áheitanunum vóru avvarandi, og ein lítil triðingur frá arbeiðsfeløgum, myndugleikum ella øðrum.
Helvtin av áheitanunum komu umvegis telefon ella sms.

20 % sendu teldupost ella vendu sær til felagsskapin umvegis sosialu miðlarnar.

20 % komu til persónliga viðtalu, og seinastu 10 % av áheitunum komu umvegis heilsumyndugleikarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974