Fótbóltsáskoðarar mæla til grovan harðskap

Fótbóltsáskoðarar mæla til grovan harðskap
100 svenskir fótbóltsáskoðarar bukaðu nakrar menn við útlendskum uppruna í Stokkhólmi í nátt.
 
30.01.2016 - 13:22

Fótbóltsáskoðararnir vóru í gekkaskorti, tá teir løgdu á nakrar útlendskar menn nærhendis høvuðsjarnbreytarstøðina í svenska høvuðsstaðnum. Tað vísir eitt filmsbrot hjá svenska tíðindablaðnum Aftonbladet.

Fyrr um kvøldið eggjaðu somu fótbóltsákoðarar til tað, sum løgreglan kallar, grovan harðskap. Teir býttu út pappírslepar við boðskapinum, at "nú er nokk". Teir sipaðu til streymin av flóttafólki, sum er komin til Svøríkis.

Politiið heldur, at fótbóltsáskoðararnir mæltu serliga til at buka flóttafólkabørn, og tann hóttanin var eisini fullførd. Ein 16 ára gamal drongur var millum teirra, sum vóru bukaðir av í nátt.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375

Annað frá KVF