Fordøma útskjóting hjá Norðurkorea

Fordøma útskjóting hjá Norðurkorea
ST-trygdarráðið fordømir nú harðliga, at Norðurkorea í gjáramorgun skeyt eina langtberandi rakett út í rúmdina
Trygdarráðið hjá ST fordømir og átalar nú harðliga, at Norðurkorea í gjár skeyt eina langtberandi rakett út í rúmdina
Mynd: AP  
 
08.02.2016 - 08:06

Norðurkorea sigur, at rakettin var ein fylgissveinur, sum varð sendur í ringrás um jørðina. Fleiri hava kortini ilt við at trúgva tí, Norðurkorea sigur.

Flest øll tykjast samd um, at Norðurkorea í veruleikanum royndarskeyt eina langtberandi rakett, sum er ætlað til hernaðarlig endamál.

SÍ EISINI Norðurkorea skotið rakett út hóast ávaringar

Rakettroyndin hjá Norðurkorea í gjár kom bert fáar vikur eftir at landið í januar royndarsprongdi eina vetnisbumbu.

Stutt eftir fráboðanina um rakettina, fór Trygdarráðið hjá ST á bráðfund í New York. BBC skrivar, at eftir fundin søgdu umboð fyri ráðið, at allir limirnir fordøma hvassliga royndarskjótingina.

Umrøða møguligar avleiðingar fyri landið

Trygdarráðið umrøddi eisini, hvørjar avleiðingar rakettin eigur at fáa fyri Norðurkorea, og sambært amerikonsku ST-sendikvinnuni, Samanthu Powers, fer altjóða samfelagið at herða revsitiltøkini móti Norðurkorea.

Tað eru serliga Japan og Suðurkorea, sum kenna seg hótt av Norðurkorea og vilja tí hava altjóða samfelagið at herða revsingarnar.

- Higartil hava revsiátøkini móti Norðurkorea ikki fingið landið at gevast við at menna kjarnorkuvápn og langtberandi rakettir, og tí mugu tey herðast," segði japanski ST-sendiharrin við BBC eftir fundin í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375