Hóttir við at leypa á lond

Hóttir við at leypa á lond
Norðurkorea hóttir nú við at bumba Suðurkorea og USA, um londini bæði fara undir felags hernaðarvenjingina, sum skal byrja í dag
Norðurkorea sigur í fráboðan, at landið setur fyribyrgjandi kjarnorkuálop í verk. Landið hóttir nú við at leypa á Suðurkorea og USA
 
07.03.2016 - 11:49

Herurin í Norðurkorea skrivar í fráboðanini, at hann setur fyribyrgjandi kjarnorkuálop í verk í rættvísins navni móti grannalandi sínum og USA.

Hetta hendir bara fáa dagar eftir, at norðurkoreiski leiðarin, Kim Jong-un segði, at kjarnorkuvápnini, sum Norðurkorea eigur, eru klár at taka í nýtslu, nær tað skal vera.

Norðurkorea sigur, at hernaðarvenjingin hjá Suðurkorea og USA er ein fjald kjarnorkukrígsvenjing. Náðileysa kjarnorkuálopið fer greitt at vísa, hvør vil hava ágang og kríggj, sigur Norðurkorea í hvassorðaðu fráboðanini.

USA hevur fyrr sagt, at Norðurkorea hevur ikki tøknina til at leypa á USA, og at um so verður, so noyðist Norðurkorea at fáa hjálp uttanífrá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375