Russland riggar av í Sýria

Russland riggar av í Sýria
Russland fer í dag undir at taka herdeildir sínar úr Syria, nú fimm ár eru liðin, síðan borgarakríggið í Sýria brast á
Russisk bumbuflogfør á hernaðarstøðini í Hmeimin í Latakia-landslutinum í útnyrðingspartinum av Sýria. Russland tekur nú herdeildirnar í Sýria aftur
Mynd: AP  
 
15.03.2016 - 11:38

Tað boðar russiski forsetin, Vladimir Putin, frá sambært tíðindastovuni Tass. Fyrstu hernaðarakførini eru longu á veg úr landinum.

Putin sigur, at Russland í høvuðsheitinum hevur fullført sín gerning í Sýria. Putin hevur boðað sýriska forsetanum, Bashar al-Assad, frá ætlanini um afturtøkuna úr tí krígsherjaða landinum.

Greinin heldur fram niðanfyri

Russland tók seg í fjør inn í Sýria við stríðsflogførum, og tað broytti valdsbýtið í landinum munandi, har Assad var undir stórum trýsti.

Fleiri lond funnust at harðligu framferðini og hørðu bumbuálopunum hjá russum, tí fleiri sivilfólk lótu lív. Fólk í túsundatali flýggja har norðuri í Sýria, har russisk stríðsflogfør og stjórnarflogfør hjá Assad forseta áhaldandi hava bumbað.

- At Russland tekur sínar herdeildir aftur, ber boð um, at friðarsamráðingarnar eru farnar í gongd av álvara. Annars høvdu russar neyvan farið úr Sýria, sigur Sune Haugbølle, lektari á lærda háskúlanum í Roskilde, við DR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610