Kenna sviðan av lága oljuprísinum

Kenna sviðan av lága oljuprísinum
Hallið hjá oljufelagnum Atlantic Petroleum var 564 milliónir krónur eftir skatt í fjør. Felagið er komið sera illa fyri av lága oljuprísinum
Oljufelagið Atlantic Petroleum hevði 564 milliónir krónur í halli eftir skatt í 2015. Felagið merkir nú av álvara sviðan av lága oljuprísinum
 
30.03.2016 - 10:44

Tað eru fremst av øllum avskrivingar av aktivum og leitiútreiðslur, ið eru atvoldin til vánaligu gongdina hjá Atlantic Petroleum í 2015.

Framleiðslan minkaði munandi í fjør, sjálvur starvsfólkahópurin minkaði 85 prosent, og úrslitið verður helst eisini hall í ár. Ein pengainnspræning er avgerandi, um felagnum skal vera lív lagað.

SÍ EISINI Atlantic Petroleum hórar undan - fyribils

Stjórin í oljufelagnum, Ben Arabo, boðaði frá á páskum, at Atlantic Petroleum er í samráðingum við bretska London Oil and Gas Ldt. næstu vikurnar.

Bretska oljufelagið er sinnað at gera íløgur í Atlantic Petroleum fyri 75 milliónir krónur, men tað er eingin vissa fyri, at ein avtala stendst burturúr, og at tað fer at lukkast at bjarga felagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541