Taka ímóti fleiri flóttafólkum

Taka ímóti fleiri flóttafólkum
Fyrstu flóttafólkini komu til Íslands í januar. Nú fyrireikar landið seg til at taka ímóti uppaftur fleiri flóttafólkum úr Sýria
Fyrstu flóttafólkini komu til Íslands í januar. Nú fyrireikar landið seg til at taka ímóti uppaftur fleiri flóttafólkum úr Sýria
 
30.03.2016 - 16:20

21 flóttafólk úr Sýria koma til Íslands í næstu viku. Millum flóttafólkini er ein nýføðingur. Ísland fer at taka ímóti 55 flóttafólkum í ár, hini 34 komu í januar.

Flóttafólkini búgva í Kópavogi og í Hafnarfirði. Íslendska almannaráðið hevur boðað frá, at øll flóttafólk, sum koma til Íslands, fáa frálæru í íslendskum siðvenjum.

Peningur er longu játtaður

Tey 21 flóttafólkini, suma koma til Íslands í næstu viku, eru nú stødd í Libanon. Íslendska stjórnin samtykti í fjør at brúka fleiri pengar til flóttafólk.

Stjórnin í Íslandi heldur seg hava skyldu at taka flóttafólk og ávirka stórveldini til at royna at steðga borgarakrígnum í Sýria.

Nýggj flóttafólkalóg varð samtykt í Íslandi í fjør. Ísland kann til dømis velja, hvørji flóttafólk koma til landið, og nú eru 55 flóttafólk komin til Íslands í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762