Halda fram hóast hollendskt »nei«

Halda fram hóast hollendskt »nei«
Ukraina fer at halda fram í tilgongdini at nærkast ES, hóast hollendsku veljararnir hava atkvøtt ímóti, at Ukraina kann fáa tættari tilknýti við ES
Ukraina fer at halda fram í tilgongdini at nærkast ES, hóast hollendsku veljararnir hava atkvøtt ímóti, sigur Petro Poroshenko, forseti í Ukraina
Mynd: AP  
 
07.04.2016 - 17:50

Tað sigur ukrainski forsetin, Petro Poroshenko, sum er á vitjan í Japan. Avtalan millum ES og Ukraina kom longu í gildi á nýggjárinum.

Fyri at avtalan skal hava løgfrøðiligt gildi, skulu øll 28 limalondini í ES góðkenna avtaluna. Mikudagin avgjørdu hollendsku veljararnir á fólkaatkvøðu, at Holland skal ikki skriva undir avtaluna.

- Undir øllum umstøðum verður hildið fram at seta avtaluna við ES í verk, eisini ein grundleggjandi og víðfevnda fríhandilsavtalu, sigur Poroshenko.

SÍ EISINI Hollendingar atkvøddu »nei«

Nógvir ukrainar halda, at teir hava uppiborið avtaluna við ES eftir kreppuna við Russland, sum hevði við sær, at russar tóku Krim-hálvoynna.

Hollendingar, sum eru fyri avtaluni siga, at eitt nei ber í sær, at russiski forsetin, Vladimir Putin, vinnur ein sigur. Fólkaatkvøðan í gjár var ikki bindandi.

Men Mark Rutte, forsætisráðharri, hevur sagt, at tað ber ikki til at látast sum einmi, tí ein meiriluti av teimum, sum vóru á vali, hava atkvøtt ímóti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454