Kanna um skipið hevur fiskað ólógliga

Kanna um skipið hevur fiskað ólógliga
Fiskimálaráðið kannar uppáhaldið hjá hetlendskum fiskimonnum um, at nótaskipið Jupiter hevur fiskað ólógliga
 
04.05.2016 - 15:21

Føroyska Fiskimálaráðið kannar uppáhaldið hjá hetlendskum fiskimonnum um, at nótaskipið Jupiter hevur fiskað ólógliga.

Ikki í ES sjógvi, sum hetlendingar siga, men í føroyskum sjógvi, sigur Herluf Sigvaldsson, føroyskur samráðingarleiðari, við Shetland News.

Blaðið bar í gjár tey tíðindi, at hetlendskir fiskimenn eru í øðini, tí Jupiter skal hava landað 600 tons av makreli í Skagen, hóast skipið skuldi eitast at landa svartkjaft.

Vil ikki gera viðmerkingar

Hetta er bensin á bálið hjá fiskimonnunum, sum frammanundan vóru sera misnøgdir við, at Føroyar hava eina so góða makrelavtalu við ES.

Herluf Sigvaldsson sigur við Shetland News, at føroysk skip virða og halda makrelavtaluna við ES. Hann vil ikki gera viðmerkingar um tíðindini um Jupiter, men sigur, at føroyska Fiskimálaráðið kannar málið.

Sambært hetlendingum royndi Jupiter í ES sjógvi, áðrenn hann fór til Skagen at landa. Reiðaríið hjá Jupiter, Varðin í Gøtu, upplýsir fyri Útvarpinum, at Jupiter bara fiskaði í føroyskum sjógvi.

Vilja nokta føroyingum at fiska makrel í ES-sjógvi

Tá føroysku skipini fiska makrel í ES sjógvi, er tað ikki við Hetland, men við Írland og Rock All. Og sambært Herluf Sigvaldssyni kannar Fiskimálaráðið, um Jupiter hevur brotið føroyska lóg í føroyskum sjógvi.

Sambært felagnum hjá fiskimonnum í Hetlandi hevði Jupiter meira enn 20 prosent av makreli, tá hann landaði í Skagen í síðstu viku, hóast skiparin upplýsti, at skipið hevði minni enn fimm prosent av makreli.

Shetland Fishermen's Association sigur, at Jupiter royndi vestan fyri Hetland. Felagið vil hava ES at nokta føroyingum at fiska makrel í ES sjógvi, tí ikki ber at líta á tølini hjá føroysku skipunum.

Sjóverjan kannar framvegis málið

Shetland News skrivar eisini, at í fjør var Jupiter sum skilst sæddur innan fyri hetlendska 12 fjórðinga markið við Fair Isle. Skotska sjóverjan kannar framvegis hetta málið.

Um hetta er frágreiðingin hjá Varðanum, at Jupiter fiskaði uttan fyri markið. Men meðan teir pumpaðu fiskin umborð, rak skipið inn um markið.

Rætturin í Lerwick er ikki liðugur við málið móti skiparanum á Christiani í Grótinum, sum varð tikin fyri hálvum øðrum ári síðani, skriva Shetland News.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. februar
EM-tíðindi 2. februar 2026
203589
Mánadag 2. februar
Góðan morgun Føroyar
203581
Mánadag 2. februar
Morgunlestur mánadagur 2.februar 2026
203551
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. februar
Veðrið
203609
Mánadag 2. februar
Palli Halaleysi - teknmálstulkað
203608
Mánadag 2. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203606
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561