Eysturkommuna átalu fyri brot á fyrisitingarsið

Eysturkommuna átalu fyri brot á fyrisitingarsið
Umboðsmaðurin gevur kommununi átalu fyri brot á góðan fyrisitingarsið og fyri at hava latið eitt mál aftur uttan at tryggja sær, at tað var avgreitt
 
24.05.2016 - 11:04

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at ein persónur ikki fekk endaligt svar uppá eina umsókn um tjaldingarøki á G! Festivalinum í 2013.

Avgerðin hjá kommununi um at nokta klagaranum loyvi til tjaldingarøki varð klagað til Innlendismálaráðið, sum í juni 2013 bað kommununa um at viðgera málið av nýggjum.

Gjørdu ikki eftir boðum

Seinni varð Kommunudeildin í Heilsu- og innlendismálaráðnum kunnað um, at kommunan ikki gjørdi eftir boðunum um nýggja viðgerð.

Umboðsmaðurin metir, at handfaringin hjá Eysturkommunu av hesum máli vera brot á góðan fyrisitingarsið og gevur kommununi eina átalu fyri málsviðgerðina.

Eisini gevur umboðsmaðurin Kommunudeildini eina átalu fyri at hava lokað málið uttan at tryggja sær, at málið er avgreitt. Avgerðin sæst á heimasíðuni hjá Løgtingsins umboðsmanni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974