Bankin keypir egin partabrøv

Bankin keypir egin partabrøv
BankNordik fer nú at keypa partabrøv í BankNordik fyri 33 milliónir krónur. Keypt verður frá í dag til 30. desember
 
30.05.2016 - 16:47

Leiðslan í BankNordik hevur avgjørt at brúka heimildina, sum hon fekk á aðalfundinum hjá bankanum 30. mars.

Endamálið við at keypa egin partabrøv er at laga kapitalgrundarlagið hjá bankanum til, soleiðis at tað betur speglar kapitalmál bankans, boðar bankin frá í skrivi.

Sambært ES-reglugerð skal BankNordik seta ein fíggjarligan ráðgeva, sum óheftur og uttan ávirkan frá BankNordik tekur handilsavgerðir og fremur afturkeypið innan fyri kunngjørdu karmarnar.

SÍ EISINI Útgeva lánsbrøv fyri 225 milliónir krónur

BankNordik hevur sett norska íløgubankan ABG Sundal Collier til at fremja afturkeypið.

So hvørt sum BankNordik keypir partabrøv fer bankin eina ferð um vikuna at kunngera fyri keypsskálunum í Reykjavík og Keypmannahavn, hvussu nógv partabrøv eru keypt og fyri hvussu nógv.

Í dag kostar partabrævið í BankNordik 110 krónur í keypsskálanum í Keypmannahavn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890