Avlopið størri enn væntað

Avlopið størri enn væntað
Ársroknskapurin hjá Tvøroyrar Kommunu fyri 2015 var munandi betri enn kommunan roknaði við, tá fíggjarætlanin fyri árið varð løgd
 
16.06.2016 - 14:43

Tvøroyrar Kommuna hevði í fíggjarætlanini fyri 2015 roknað við, at avlopið hjá kommununi í fjør fór at verða 10,4 milliónir krónur.

Ársroknskapurin hjá kommununi vísir tó, at avlopið í fjør varð 16,06 milliónir. Tað vil siga 5,66 milliónir meira enn mett varð í fíggjarætlanini.

Samlaði raksturin av Tvøroyrar Kommunu kostaði í fjør 55,89 milliónir. 1,5 milliónir krónur minni enn mett varð í fíggjarætlanini fyri 2015, skrivar kommunan.

Tvøroyrar Kommuna gjørdi til samans íløgur fyri 1,97 milliónir krónur í 2015. Meginparturin av íløgupeninginum varð brúktur til Tvøroyrar Havn.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723