David Cameron leggur frá sær

David Cameron leggur frá sær
Bretski forsætisráðharrin leggur frá sær í kjalarvørrinum á fólkaatkvøðuni um ES-limaskapin hjá Bretlandi í gjár
David Cameron tosar á tíðindafundi uttanfyri Downing Street 10, tá hann í morgun kunngjørdi, at hann fer at leggja frá sær sum forsætisráðharri
Mynd: AP  
 
24.06.2016 - 08:30

David Cameron, bretski forsætisráðharrin, leggur frá sær. Tað ger hann í seinasta lagi í oktober, tá konservativi flokkurin aftur hevur aðalfund.

Tað kunngjørdi David Cameron á beinleiðis sjónvarpaðum tíðindafundi, nú tað er greitt, at landið við fimtstørsta búskapinum í heiminum fer úr ES.

- Eg fari at gera alt, eg eri mentur, at stabilisera støðuna, men eg eri ikki tann rætti at standa á odda, segði David Cameron millum annað á tíðindafundinum uttanfyri Downing Street 10.

51,9 prosent av bretum atkvøddu á fólkaatkvøðuni í gjár fyri at Bretland skal fara úr ES. 48,1 prosent atkvøddu fyri at verða verandi í Evropasamveldinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. desember
Jambalaja - 201225
201796
Leygardag 20. desember
Upp á tá - 191225
201791
Fríggjadag 19. desember
Vikuskiftið 19 des 2025
201783
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201790
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775
Fríggjadag 19. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201757
Hósdag 18. desember
Veðrið
201723