Ætla at fáa 50 mió. kr. í avlopi næsta ár

Ætla at fáa 50 mió. kr. í avlopi næsta ár
Landsstýrið fer at raðfesta fleiri øki fíggjarlógaruppskotinum fyri 2017
 
01.08.2016 - 10:54

Landsstýrið ætlar, at avlopið á fíggjarlógini í 2017 skal verða 50 milliónir kr.

Fíggjarmálaráðið sigur í fylgiskjølunum til løgmansrøðuna á ólavsøku, at á fíggjarlógini verða fleiri øki raðfest til tess at røkka politisku málunum hjá landsstýrinum, eitt nú virðisøking í fiskivinnuni, játtan til fleiri serlæknar, hækkaður lestrarstuðul, fleiri útbúgvingar, at yvirtaka útlendingamál, fólkaatkvøða um stjórnarskipan, bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum og samferðsluútbyggingar.

Partur av avlopinum hjá landskassanum skal setast í Búskapargrunnin, 20 prosent av avlopinum upp til 200 milliónir kr. og helvtin av avlopinum, sum er oman fyri 200 milliónir. 

Uppskot um Búskapargrunn Føroya verður lagt fyri tingið í hesi tingsetuni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558