Boðið út av nýggjum

Boðið út av nýggjum
Arbeiðið, at leggja graslíki á nýggjan vøll í Hoyvík, verður boðið út av nýggjum. Somu feløg, ið vóru við í fyrru útbjóðingini, verða boðin við
Mentanarnevndin í Tórshavnar býráð samtykti í gjár at bjóða arbeiðið at leggja graslíki á Hoyvíksvøllin út av nýggjum
 
01.09.2016 - 09:12

Mentanarnevndin í Tórshavnar býráð samtykti í gjár at bjóða arbeiðið at leggja graslíki á Hoyvíksvøllin út av nýggjum. Arbeiðið verður boðið út í innbodnari lisitasjón, og somu feløg, sum vóru við í fyrru útbjóðingini, verða boðin við aftur.

Málið byrjaði við, at fimm fyritøkur, Idé møblar, Laiderz, Polytan, Uni Sport og Handilshúsið, blivu biðin um at koma við tilboði upp á graslíkið, sum skal á Hoyvíksvøllin, nýggja fótbóltsvøllin í Hoyvík.

SÍ EISINI Gera nýtt tilmæli um graslíkið

Tá tilboðini vórðu latin upp tann 15. august, vóru tilboð komin frá Idé møblum, Polytan og Laiderz. Landsbyggifelagið, sum stóð fyri útbjóðingini, segði, at lægra tilboðið hjá Idé møblum, lægsta tilboðið, leyk ikki treytirnar í útbjóðingartilfarinum.

Landsbyggifelagið segði eisini, at hini tilboðini vóru ov dýr. Umsitingin hjá býráðnum, trivnaðarstjórin, mentamálaleiðarin og deildarleiðarin á stjórnarskrivstovuni, tóku hetta til eftirtektar og mæltu til at bjóða graslíkið út av nýggjum.

SÍ EISINI Ósemja um nýggjan grasvøll í Hoyvík

Men tað helt meirilutin í Mentanarnevndini, tey fýra í býráðsmeirilutanum, ikki. Tey mæltu býráðnum til at taka av tilboðnum, sum sambært serkunnleikanum ikki leyk treytirnar í útbjóðingartilfarinum.

Men so fór onkur at kanna tilboðini betur og kom eftir, at tað eina tilboðið hjá Laiderz er nakað lægri enn tilboðið, sum meirilutin í Mentanarnevndini vildi hava býráðið at taka av, tí tað var lægsta boðið.

Fíggjarnevndin bað tí Mentanarnevndina um at viðgera málið av nýggjum. Og tað gjørdi nevndin í gjár. Niðurstøðan er, at arbeiðið verður boðið út av nýggjum og nýtt útbjóðingartilfar er gjørt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Fríggjadag 24. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211230
Hósdag 23. juli
RagnarRokk 23.juli 2026
209735
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098