Eingin nýggj handilsavtala millum Bretland og USA

Eingin nýggj handilsavtala millum Bretland og USA
Fyrsti almenni fundurin millum Theresa May og Barack Obama snúði seg fyrst og fremst um handilsviðurskiftini millum tey bæði londini
Tað verður eingin nýggj handilsavtala gjørd millum Bretland og USA, tykist greitt eftir G20-toppfundin í Kina um vikuskiftið, her May og Obama hava tosað um viðurskiftini millum londini
Mynd: AP  
 
04.09.2016 - 08:57

USA og Bretland fara ikki at tingast um at eina nýggja handilsavtalu londini millum. Tað skrivar tíðindastovan Ritzau.

Tað er greitt eftir at Theresa May, forsætisráðharrin í Bretlandi, og amerikanski forsetin, Barack Obama, hittust á G20-toppfundi í Kina um vikuskiftið.

SÍ EISINI Obama: Handilsavtala skal hjálpa teimum veiku

Hetta er fyrstu ferð, at Theresa May, nýggi forsætisráðharrin í Bretlandi, og Barack Obama, amerikanski forsetin, hittast eftir at hon tók við embætinum í juli.

Ikki óvæntað varð tingast um handilsviðurskiftini millum tey bæði londini eftir at Bretland á fólkaatkvøðu í summar atkvøddi fyri at fara úr ES.

May: Avgerðin stendur við

- Vit arbeiða uppá eina handilsavtalu við Asia og eina við ES. Tí fara vit ikki at gera eina sjálvstøðuga avtalu við Bretland, sigur Obama.

Bretland skuldi ongantíð verið farið úr ES, hevur amerikanski forsetin sagt fleiri ferðir. Men tann avgerðin stendur við.

- Brexit merkir Brexit. Tí verður eingin nýggj fólkaatkvøða í Bretlandi um ES-limaskapin hjá Bretlandi, sigur Theresa May, bretskur forsætisráðharri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923