Kanna orsøkina til eldsbrunan enn

Kanna orsøkina til eldsbrunan enn
Løgreglan arbeiðir framvegis við at kanna málið um eldin, sum varð ásettur í felagshúsinum, har AA'arar halda til í Havn í juli
Løgreglan kannar enn málið um eldin í einum húsum á Tinghúsvegnum í Havn síðst í juli
 
15.09.2016 - 10:09

Fólk, sum var til gongu á Tinghúsvegnum, boðaði frá. Fólk á kriminalteknisku deild hjá ríkisløgregluni hava kannað eldsbrunan í Havn.

Hetta varð gjørt, tí løgreglan í Føroyum ikki sjálv fekk staðfest atvoldina til eldin, segði Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur við útvarpið í juli mánaði.

SÍ EISINI Kanna um eldurin varð ásettur

Kriminaltekniska deild kundi staðfesta, at eldurin varð ásettur. Enn er eingin tikin. Men løgreglan hevur avhoyrt fleiri persónar.

Tveir menn, 26 og 29 ára gamlir, vórðu tiknir á politistøðina til avhoyringar sama kvøld, eldsbrunin var. Teir vórðu tó latnir leysir, tí prógvini móti teimum vóru ikki nóg góð.

Nú verður so bíðað eftir úrslitunum av fleiri royndum, sum eru tiknar í AA-húsinum, sigur Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, í stuttari viðmerking í morgun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672