- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norðmaður leyslatin á Filipsoyggjunum
Normaðurin Kjartan Sekkingstad er í dag leyslatin. Kjartan Sekkingstad hevur verið hildin gísli á Filipsoyggjunum av islamistiska yvirgagnsfelagsskapinum Abu Sayyaf.
Kjartan Sekkingstad er enn á Filipsoyggjunum, men Norska uttanríkismálaráðið váttar sambært NRK, at ein avtala er komin í lag við gíslatakararnar, og at Kjartan Sekkingstad ikki longur verður hildin gísli.
Abu Sayyaf hevur hildið normannin sum gísla í eitt heilt ár. Fyrstu tíðina vóru tveir kanadiskir menn eisini hildir sum gíslar saman við Kjartan Sekkingstad, men hesir báðir vóru tiknir av døgum av gíslatakarunum í apríl.
Abu Sayyaf er ein yvirgangsfelagsskapur, sum stríðist fyri einum islamiskum stati í sunnara partinum av Filipsoyggjunum. Yvirgangsfelagsskapurin hevur brúkt gíslatøkur til at fíggja yvirgangsvirksemi hjá felagsskapinum.