Brexit krevur íløgur

Brexit krevur íløgur
Almenna undirskotið í Bretlandi er enn alt ov stórt, men tað fer at verða handfarið vandaliga og varisliga, sigur fíggjarmálaráðharrin
 
03.10.2016 - 23:48

Philip Hammond, fíggjarmálaráðharri, boðaði frá íløgum í nýggjar bústaðir og flutning, heldur enn at hava sum mál at fáa javnvág á fíggjarlógina í 2020, sum undanmaður hansara, George Asborne, annars hevði sett.

Samstundis segði Philip Hammond, at avgerðin hjá bretska fólkinum um at fara úr ES kann elva til búskaparlig "nos", og at álitiskreppa kann koma á vinnulívið.

Tí sigur Philip Hammond, at tað er skilvíst at gera íløgur, sum eggja til vøkstur og nýggj arbeiðspláss, samstundis sum hvørt pundið skal vendast, sum tað almenna brúkar

Samráðingarnar taka tvey ár

Bretland, ið hevur verið í ES síðani 1973, ætlar at fara undir gongdina at taka seg úr ES í endanum av fyrsta ársfjórðingi næsta ár. Tað sigur Theresa May, forsætisráðharri.

Samráðingarnar fara at taka tvey ár, og forsætisráðharrin vónar, at samráðingarnar fara at vera høviskar til fyrimunar fyri báðar partar.

Fráboðanin hjá Theresu May um Brexit-tingingarnar fingu í dag pundið til at falla á sama stig, sum beint eftir fólkaatkvøðuna, tá kursurin var so lágur, sum hann ikki hevði verið í trý áratíggju.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203705
Týsdag 3. februar
Veðrið
203673
Týsdag 3. februar
Stjørnan í fyrsta parti
203635
Týsdag 3. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203632
Mánadag 2. februar
Veðrið
203609