Donald Trump avdúkaður sum ónæriligur og skendskur

Donald Trump avdúkaður sum ónæriligur og skendskur
Upptøka av eini samrøðu frá 2005 er stóra umrøðuevnið í USA í dag, og republikanska forsetavalevnið hevur biðið um umbering
 
08.10.2016 - 16:26

Republikanska forsetavalevnið Donald Trump hevur biðið um umbering fyri sínar ónæriligu viðmerkingar um kvinnur á einum sjónbandi frá 2005.

Orðini lýsa ikki, hvør eg eri - eg biði um fyrigeving fyri tey, segði Donald Trump í morgun.

Á sjónbandinun sigur Donald Trump: "Tú kanst gera alt við kvinnur, um tú, sum eg, ert ein stjørna". Og so breggjar hann sær av at hava kávað uppi á kvinnum og kyst tær.

Hillary Clinton var ikki sein við telduna og hevur skrivað á Twitter: - Hetta er ræðandi. - Vit kunnu ikki loyva hesum manni at gerast forseti, sigur demokratiska forsetavalevnið.

Tað, Donald Trump sigur á bandinum, er stóra samrøðuevnið í USA og um meginpartin av heiminum í dag.

Hetta vísir ikki rætta mannin, sigur Donald Trump

Eftir avdúkingina kom Donald Trump í morgun við eini viðmerking, har hann sigur seg hava sagt og gjørt ymiskt, ið han angrar.

- Men tey, ið kenna meg, vita, at tað, eg havi sagt, ikki vísir rætta mannin. Men tað var skeivt, og eg biði um umbering fyri tað, segði Donald Trump.

- Eg havi ongantíð sagt, at eg eri lýtaleysur, og eg látist ikki at vera annar enn hann, eg eri, segði Donald Trump, sum lovaði bót og bata.

Men hann royndi eisini at verja seg við álopum á Bill Clinton, fyrrverandi forseta.

Bandað samrøða frá 2005

Tað kemur illa við hjá Donald Trump, at Washington Post hevur funnið og almannakunngjørt bandaðu samrøðuna frá 2005 við sjónvarpsvertin Bill Bush. Har breggjar Donald Trump sær av at hava roynt at fáa eina gifta kvinnu í song við sær og at hava kávað uppi á kvinnum og kyst tær.

Samrøðan hevur ikki verið send - og var ikki ætlað til tað. Talan er um eina samrøðu við sjónvarpsvertin, áðrenn Donald Trump skal taka lut í eini undirhaldssending.

Í bandaðu samrøðuni leggur Donald Trump ikki fingrarnar ímillum, men hoyrist brúka grov orð um giftu kvinnuna, sum hann ætlaði sær.

Seinni í samrøðuni sigur hann seg vera drignan at vøkrum kvinnum og kann ikki lata vera við at kyssa tær.

- Eg kann ikki bíða, men kyssi tær, og tá tú, sum eg, ert ein stjørna, lata tær teg gera tað, sigur Donald Trump í bandaðu samrøðuni.

Sleppur ikki á heystveitsluna hjá republikanarum

Í USA eru republikanskir politikarar í øðini.

Formaðurin í amerikanska umboðsmannatinginum Paul Ryan, sigur hetta vera andstyggiligt at hoyra, og Paul Ryan hevur avgjørt, at Donald Trump ikki sleppur at vera við á árligu heystveitsluni hjá republikanarunum, men er strikaður av gestalistanum. Veitslan skal haldast í statinum Wisconsin, har Paul Ryan býr og er valdur.

Leiðarin fyri meirilutan í senatinum, Mitch McConnell, sigur, at Donald Trump má biðja øll tey, hann hevur gjørt seg inn á, um umbering, og John McCain, senatorur og fyrrverandi forsetavalevni, sigur, at Donald Trump onga umbering hevur fyri at hava verið so ágangandi og skendskur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. desember
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
185567
Mikudag 25. desember
Jolagesturin 2024: Kinna Poulsen
185336
Mikudag 25. desember
Midnáttarmessa úr Mariukirkjuni 2024
185550
Mikudag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
185549
Týsdag 24. desember
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
185542
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652
Hósdag 26. desember
Mítt lívsverk - Eitt portrett av Pál Weihe
185553
Hósdag 26. desember
Jólakonsert úr SALT (2:2)
149967