- Tíðindi, mentan og ítróttur
Haiti er meint rakt av ódnini
Á Haiti eru fleiri enn 800 fólk deyð í ódnini Matthew, og tað kann taka fleiri dagar at fáa yvirlit yvir, hvussu álvarslig støðan er, sigur ST.
Talið á deyðum kann gerast uppaftur størri, so hvørt bjargingarlið koma til teir sunnaru landspartarnar, sum hava verið avbyrgdir - hart raktir av ódnarveðrinum. Til summar býir slepst bert við báti ella tyrlu, verður sagt.
Í einum av stóru býunum har suðuri - Jeremie - eru 80 prosent av húsunum javnaði við jørðina, vísa loftmyndir.
Stjórnin á Haiti og umboð fyri ST halda, at 350.000 fólk hava brúk fyri neyðhjálp.
USA hevur sent herskip og tyrlur
USA hevur sent eitt herskip at hjálpa til við bjargingararbeiðinum og níggju hernaðartyrlur er sendar at føra vatn og mat til tey ringast raktu støðini.
Reyði Krossur heitir á lond um at lata 50 milliónir krónur, so felagsskapurin verður førur fyri at veita heilivág, vatn og skýli til 50.000 fólk.
Haiti er eitt av heimsins fátækastu londum, og skaðin nú kemur omaná harða jarðskjálvtan í 2010, har fólk í túsundatali doyðu av sjálvum jarðskjálvtanum ella av kolera-umfarssóttini, ið kom aftaná.
Ódnin er nú á veg upp eftir eysturstrond Florida, hon hevur mist nakað av megini, men er framavegis vandamikil, verður sagt. Meira enn ein hálv millión fólk í Florida hava mist streymin, og tríggjar milliónir fólk fingu, áðrenn ódnin kom, boð um at flyta frá húsi og heimi.