Túsundtals fólk fáa rokning

Túsundtals fólk fáa rokning
3.500 fólk hava goldið ov lítið í eftirløn, og fáa í næstum eina rokning frá TAKS. Til samans er talan um 14 milliónir krónur
3.500 føroyingar fáa í næstum sendandi eina rokning frá TAKS, tí hava goldið ov lítið í eftirløn í fjør
 
19.10.2016 - 21:33

Fólkini fáa nú eina eftirlønaruppgerð fyri 2015, og seinni fáa tey eisini eina rokning sendandi frá stovninum, sigur TAKS á heimasíðuni.

Tey flestu, sum nú fáa eftirlønaruppgerð sendandi frá TAKS, hava havt eina B-inntøku, sum tey ikki hava goldið eftirløn av.

SÍ EISINI Túsundtals føroyingar goldið ov lítið í eftirløn

Talan kann eitt nú vera um inntøku úr útlandi, av egnum virki ella frá húsaleigu. Í 2015 skuldu tvey prosent av allari inntøku gjaldast í eftirløn.

Rokning verður send út seinni í hesum mánaðinum, og peningurin skal gjaldast áðrenn 1. desember 2016, sigur stovnurin.

TAKS heldur so einum parti av peninginum aftur í eftirlønarskatti og flytur restina víðari á eftirlønarkontuna hjá borgaranum sambært TAKS.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334