Savna inn til familjur

Savna inn til familjur
Tørvur er enn á fíggjarligari hjálp til barnafamiljur í Føroyum. Innsavningin til jólahjálpina hjá Barnabata byrjar aftur nú
 
04.11.2016 - 11:06

Átakið "Í menniskjum góður tokki" er til frama fyri fíggjarliga sperdar barnafamiljur og er ætlað sum ein hjálpandi hond, nú jólini standa fyri durðum.

Samgongan strikaði sonevnda Barnabeinan, men hækkaði barnafrádráttin fyri tey minstu børnini í skattinum. Hartil er eisini møguligt at søkja um serligt familjuískoyti.

- Men børn í skúlaaldri hava framvegis brúk fyri fíggjarligari hjálp. Tað sigur Djóni Eidesgaard, leiðari í Barnabata, við útvarpið.

Biðja regluliga um hjálp

Barnafamiljur, sum hava ilt við at fáa endarnar at røkka, venda sær regluliga til Barnabata fyri at biðja um hjálp.

Barnabati sigur, at tey umvegis umsóknirnar um jólahjálp og í samskiftinum við nógvar av familjunum, hava fingið innlit í ein gerandisdag, sum er ógvuliga trupul fyri børnini.

Foreldur og børn siga sjálv frá, at ráð ikki eru til føðingardagar, frítíðarítriv, eina heita máltíð hvønn dag ella nýggj og góð klæðir

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025