Gosfjøll hita ferðavinnuna

Gosfjøll hita ferðavinnuna
Ferðafólkatalið í Íslandi er ferfaldað síðstu seks árini. Grundin er Eyjafjallajøkull, ið fór at spríkja í apríl í 2010
Ferðavinnan í Íslandi tók dik á seg eftir at Eyjafjallajøkull fór at spríkja í apríl 2010
 
21.11.2016 - 17:14

Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Tað kann ferðavinnan í Ísland í øllum førum ásanna.

Ímeðan flogfør í Evropa vórðu noydd at standa í still, tá Eyjafjallajøkull goysti í apríl 2010, stóð ferðavinnan ikki í stað aftaná.

Stórur vøkstur hevur verið í ferðavinnuni í landinum tey síðstu seks árini síðani Eyjafjallajøkull gjørdi um seg, skrivar tíðindastovan Associated Press.

Talið ferfaldað eftir seks árum

- Vit hálvavegna bíðaðu eftir tí, sigur Thordis Olafsdóttir, ið rekur eina ferðaskrivstovu í Vik, 180 kilometrar eystan fyri Reykjavík, tætt við gosgjallið, Katlu.

Ferðavinnan lá ikki á boðunum eftir at Eyjafjallajøkull gjørdi um seg. Í marknaðarføringini varð millum sagt, at tað er óvist, nær gosfjøll aftur goysa.

Í ár fara til samans 1,8 milliónir ferðafólk at vitja í Íslandi meta myndugleikarnir. Í 2010 vitjaðu bara ein hálv millión ferðafólk Ísland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744