Nýggja surimivirkið á Tvøroyri komið undir land

Nýggja surimivirkið á Tvøroyri komið undir land
Í vár fer virkið av álvara at virka surimi burturúr svartkjafti, sigur stjórin, Bogi Jacobsen
Nýggja surimivirkið á Tvøroyri komið undir land
Mynd: savnsmynd  
 
21.12.2016 - 14:35

Arbeiðið uppá nýggja surimivirkið á Tvøroyri er komið undir land. Nakað av fiski er skorið í maskinunum, og talan er enn um royndir, sigur Bogi Jacobsen, stjóri.

Í januar og februar í ár tók Varðin Pelagic ímóti makreli frá fleiri skipum, og síðani tók virkið ímóti lodnu. Tað ætlar virkið eisini at gera í ár, og tí kemur ikki verulig gongd á surimivirkið, fyrr enn tann vertíðin er av. Tað er eisini tá at uppsjóvarskipini fara at royna eftir svartkjafti, sum skal nýtast til surimi.

Tað var fyri einum góðum ári síðani at stjórin í Varðanum Pelagic, Bogi Jacobsen kunngjørdi fyri starvsfólkunum, at felagið fór undir at byggja eitt surimivirki, sum skal vera við síðuna av uppsjóvarvirkinum, har sum landingarmiðstøðin helt til. Talan er um ein lið í langtíðarætlanunum hjá Varðanum: at vera eitt felag, sum framleiðir matvørur og sum virðisøkir tað tilfeingi, vit hava her í Føroyum. Svartkjaftur er eitt fiskaslag, sum er fiskandi ein stóran part av árinum, og er at fáa í stórum nøgdum. Virkið kemur at standa fyri einari virðisøking á einar 35 milliónur árliga.

Svartkjafturin verður skorin til flak og framleiddur til fars, áðrenn hann fer í surimi maskinurnar. Surimi hevur verið framleitt í Føroyum áður, bæði á Bluenorth í Kollafirði, umborð á Olafi í Garðastovu, umborð á Næraberg og Atlantic Navigator.

Íløgan í nýggja virkið er millum 60 og 70 milliónur krónur, og hon fer at geva arbeiði til eini 70 fólk. Ætlanin er í stóran mun at brúka arbeiðsfólk av uppsjóvarvirkinum, tí tað stendur stilt ein part av árinum, men við surimivirkinum afturat, ber til at útvega nógv støðugari arbeiði, sigur Bogi Jacobsen.

Arbeitt verður við at selja vøruna frá nýggja virkinum, og fleiri hava víst áhuga fyri vøruni. Tí vera royndir gjørdar, sum keypararnir vilja sleppa at síggja, sigur stjórin í Varðanum Pelagic.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. mars
Vikuskiftið 6 mars 2026
205251
Fríggjadag 6. mars
LEITISSTEIN 06.03.2026 (Kalas)
205241
Fríggjadag 6. mars
Beinleiðis úr Studio 5: Crowberry Band
205187
Fríggjadag 6. mars
Morgunlestur fríggjadagur 6.mars 2026
204720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Filip: Í dans
205173