Vil vita hvat rann í landskassan

Vil vita hvat rann í landskassan
Løgtingsmaður vil nú hava landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum at siga tinginum, hvussu nógv landið hevur fingið í nýggjum og broyttum avgjøldum
Bjørn Kalsø vil hava at vita, hvussu nógv landið fekk inn í 2016 frá nýggjum og broyttum avgjøldum, millum annað frá hækkaðum avgjøldum á brennievni
 
06.01.2017 - 09:20

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, skal nú siga Løgtinginum, hvussu nógv landskassin hevur fingið inn í nýggjum, broyttum og øktum avgjøldum í farna ári.

Bjørn Kalsø hevur sett henni ein grein 52 fyrispurning um meirinntøkur í 2016. Eftir at hava tikið við á heysti í 2015, hækkaði samgongan avgjøld á brennievni og oljuvørur, tinglýsingargjaldið varð tvífaldað og vegskatturin hækkaði.

Harumframt broytti samgongan kringvarpsgjaldið, so allir føroyingar eldri enn 24 ár rinda eitt mánaðargjald heldur enn at hvørt húsarhald rindar eitt hálvársgjald, sum frammanundan.

Nú vil Bjørn Kalsø hava at vita, hvussu nógv meira fólk hava rindað í avgjøldum til landskassan síðan broytingarnar vórðu framdar fyri einum ári síðan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. juli
Tónleikur í 13 øldir (1:10)
210355
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521