Kanningararbeiðið liðugt

Kanningararbeiðið liðugt
Tað fer at taka nakað av tíð til frágreiðingin hjá kanningarfólkunum er liðug. Fyri ta tíð vil eingin gera viðmerkingar til málið
Arbeiðið at kanna eldin umborð á garnaskipinum, Vesturland, er liðugt. Nú skal ein frágreiðing gerast
 
16.01.2017 - 13:17

Arbeiðið at kanna eldin umborð á garnaskipinum, Vesturland, er liðugt. Nú skal ein frágreiðing gerast.

Eitt umboð fyri donsku havarínevndina var í Føroyum og kannaði skipið, og fekk hjálp frá løgregluni og frá Sjóvinnustýrinum.

Vilja ikki gera viðmerkingar

Umboðið hjá havarínevndini fór aftur til Danmarkar leygardagin. Tað fer at taka nakað av tíð til frágreiðingin er liðug, og fyri ta tíð vil eingin gera viðmerkingar til málið.

Sjófrágreiðing var í Føroya rætti seinnapartin hósdagin. Tá vórðu skiparin, maskinmeistarin og kokkurin avhoyrdir.

Eldur kom í Vesturland um middagsleitið 7. januar, tá skipið royndi við gørnum vestur av Føroya Banka. Tyrlan hjá Atlantsflogi tók teir 10 menninar upp og fleyg teir til lands.

Óvist hvat hendir við skipinum

Brimil fekk enda umborð á Vesturland og sleipaði skipið á Skála, har tað hevur ligið síðani mánamorgunin í síðstu viku.

Tryggingarfelagið Føroyar hevur ikki tikið nakra avgerð um, hvat skal gerast við Vesturland, tí felagið hevur ikki fingið loyvi at fara umborð á skipið.

- Ikki fyrr enn fólk frá tryggingini hava verið umborð á Vesturlandi, verður avgerð tikin um, hvat skal henda við skipinum, sigur Mortan Poulsen, stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179