CIA kunnger 13 milliónir skjøl

CIA kunnger 13 milliónir skjøl
Umleið 13 milliónir skjøl, sum higartil hava verið stemplað sum loynilig, verða nú kunngjørd á netinum
Tað eydnaðist einum áhugabólki at fáa CIA at kunngera 13 milliónir skjøl eftir at drúgt stríð, sum hevur tikið fleiri ár
 
18.01.2017 - 14:27

13.000.000 skjøl eru kunngjørd á netinum í kjalarvørrinum á einum drúgvum rættarmáli móti amerikonsku fregnartænastuni, CIA, skrivar BBC.

Tað er ein áhugabólkur, ið eitur MuckRock, sum gjørdi at av at royna málið í rættinum. Nú er avgerðin fallin, og skjølini kunngjørd á netinum.

Tað tók áhugabólkinum meira enn tvey ár at fáa CIA at kunngera skjølini, sum bólkurin heldur, at almenningurin hevur rætt til at síggja.

Løgdu "óvanligt" trýst á

Skjølini umfata millum annað kunning um ymiskar kanningar, skjøl frá forkanningum, fráboðanir um flúgvandi borðiskar og sálarligar royndir, sum eru gjørdar.

Skjølini hava higartil verið goymd í einum savni, sum bara hevur verið opið fyri almenninginum hvønn dag frá klokkan 9 til 16:30.

Áhugabólkurin hevur vitjað savnið hvønn dag, útskrivað eitt og eitt skjal, fyri síðani at kunngera tey á internetinum fyri at leggja trýst á myndugleikarnar.

Leita í skjølunum her: CREST: 25-Year Program Archive

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155