Trolari settur í samband við kriminalmál

Trolari settur í samband við kriminalmál
Grønlendski trolarin Polar Nanoq, sum fór úr Hafnarfirði í Íslandi til Grønlands leygarkvøldið, er nú á veg aftur til Íslands
Polar Nanoq kemur til Íslands kvøld, tí trolarin er settur í samband við eitt mál hjá íslendsku løgregluni, sum leitar eftir einari 20 ára gamlari kvinnu
Mynd: Savnsmynd/RUV  
 
18.01.2017 - 08:17

Polar Nanoq kemur til Íslands kvøld, tí trolarin er settur í samband við eitt mál hjá íslendsku løgregluni, sum leitar eftir einari 20 ára gamlari kvinnu. Kvinnan var í býnum í Reykjavík leygarnáttina, men eingin veit um hana at siga síðani.

Orsøkin til áhugan fyri grønlendska trolaranum er tann, at ein av manningini leigaði ein bil, sum líkist nógv bilinum, sum vakmyndatól hava sæð oftari enn eina ferð tíðliga leygarmorgunin.

Løgreglan heldur orsøk vera til at kanna, um júst hesin bilurin hevur samband við horvnu kvinnuna. Harafturat eru skógvarnir hjá horvnu kvinnuni funnir 300 metrar haðani Polar Nanoq lá. 

Løgreglan sigur, at eingin á grønlendska trolaranum er avhoyrdur ella skuldsettur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391