- Tíðindi, mentan og ítróttur
Betri ferðsluviðurskifti fyri hundraðtals børn
Betri ferðsluviðurskifti fyri hundraðtals børn
Tórshavnar kommuna tekur nú enn eitt stig at gera Varðagøtu tryggari hjá teimum 500 børnunum, sum eru í skúla ella dagsstovni har
13.02.2017 - 11:24
Varðagøta verður gjørd smalri, har sum bussurin steðgar við høvuðsinngongdina til Sankta Frans skúla soleiðis, at eingir bilar kunnu koyra, meðan børnini fara úr bussinum og yvir um Varðagøtu í skúlan.
Harafturat verður ikki gjørligt at yvirhála á teininum. Arbeiðið at smalka vegin verður gjørt nú og skal, sambært kommununi, vera liðugt fyrst í mars.
Harafturat skal ferðslan í Varðagøtu vera einvegis ein tíma hvønn gerandismorgun. Tí fer kommunan at seta upp klokkustýrd vegaskelti við vegamótið Sjúrðargøta/Varðagøta.
Sostatt verður bara loyvt at koyra oman eftir Varðagøtu frá klokkan hálvgum átta til hálvgum níggju mánadag til fríggjadag.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV