Eg fegnist vegna allar Føroyar

Eg fegnist vegna allar Føroyar
Við sigri á Bosnia Hersegovina spældu føroysku hondbóltsmenninir seg til sítt fyrsta HM-endaspæl og venjarin, Peter Bredsdorff-Larsen fegnaðist vegna allar Føroyar
16.05.2026 - 21:57

 - Eg eri barasta so glaður vegna spælarar, vegna liðið og sjálvandi eisini vegna Føroyar. Tað verður ein risauppliving hjá okkum at spæla HM.

Tað segði føroyski landsliðsvenjarin Peter Bredsdorff-Larsen, sum eftir sigurin ímóti Bosnia Hersegovina kann gleða seg til at standa á odda fyri føroyska manslandsliðnum til enn eitt endaspæl.

Avrikið var eisini gott. Serliga í seinna hálvleiki, tá Føroyar fingu vent eini bosniskari 17-15 leiðslu til 33-28 heimasigur.

 - Hetta eru jú yrkisspælarar, sum vit spæla ímóti, og tað var ikki lætt á útivølli hósdagin. Tað vóru vit greiðir yvir, men vit høvdu tikið eina avgerð longu í mars um, at vit vildu spæla her leygardag og bjóða Bosnia Hersegovina at koma frá dysti eitt til tvey upp á 48 tímar, segði venjarin.

Peter Bredsdorff-Larsen staðfesti, at útiliðið skeyt ov nógv mál í fyrra hálvleiki, men venjaratoymið fekk rættað verjuspælið til, og tað sást frá byrjan í seinna hálvleiki.

 - Tað var ein tough dystur, tí vit eru aftanfyri við tveimum í steðginum, og tann gongdin mátti ikki halda fram. So eg eri fegin fyri liðið, sum er nógv royndari og búnari nú, og spælir støðugt á høgum stigi líkamikið hvør støðan er, segði Peter Bredsdorff-Larsen.

Hann fegnaðist um at tað eydnaðist at jarða HM-marruna frá Norðurmakedónia fyri tveimum árum síðan, tá Føroyar mistu eina sjey máls leiðslu frá heimadystinum í útidystinum í Skopje.

 - Eg má siga, at stóri munurin hesaferð var at spæla seinna dystin á heimavølli, og so tími eg ikki at tosa meir um Makedónia, segði venjarin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107