Hesir skulu verða bíligari

Hesir skulu verða bíligari
Tað skal verða bíligari at keypa el- og vetnisbilar í Føroyum, heldur landsstýriskvinnan. Ferð skal nú setast á at minka dálkingina
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um, at MVG skal afturrindast, tá elbilar verða keyptir
 
01.03.2017 - 09:02

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um, at MVG skal afturrindast, tá elbilar verða keyptir.

Tað fer at bera til at fáa í mesta lagi 70.000 krónur aftur í meirvirðisgjaldi.  Tað svarar til, at bilurin kostar 350.000 krónur.

Uppskotið tíðaravmarkað

Men tíðaravmarking er á uppskotinum. Fyri at fáa endurgoldið meirvirðisgjaldið, skal akfarið verða skrásett áðrenn 1. januar 2019.

Málið er at seta eyka ferð at umleggingina frá motorakførum, ið nýta dálkandi brennievni, til sokallað “grøn” motorakfør, ið nýta brennievni frá meira varandi orkukeldum, verður sagt í viðmerkingum til uppskotið.

El- og vetnisakfør eru í løtuni lutfalsliga kostnaðarmikil. Fyri at skunda undir eina umlegging, verður mett rætt við eini serligari afturberingarskipan í tvey ára tíðarskeið, stendur í viðmerkingum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025