Granskarar staðfest smittumynstrið

Granskarar staðfest smittumynstrið
Granskarar hava staðfest, hvussu Ebola-umfarssóttin í Vesturafrika spjaðir seg. Nøkur fá fólk stóðu fyri lutfalsliga stórum parti av spjaðingini
Tað vóru nøkur heilt fá fólk, ið stóðu fyri lutfalsliga stórum parti av Ebola-spjaðingini, hava medisinskir granskarar staðfest
 
03.03.2017 - 11:20

Granskarar frá fleiri lærdum háskúlum og felagsskapir greinaðu Ebola-tilburðir í og kring høvuðsstaðin í Sierra Leone, Freetown. Granskarar staðfestu, at trý prosent av teimum, sum vóru smittað av Ebola, stóðu fyri meira enn 60 prosentum av smittuspjaðingini. 

Granskarar sóu eisini, at smittspjaðingin nærum steðgaði, tá ein persónur varð innlagdur, so stórur partur av smittuspjaðarum vóru persónar, sum í byrjanini ikki vórðu kannaðir.

- Fyrst vóru tað tilburðir, sum vit ikki sóu, og sum halda umfarsóttini í gongd. Serliga fólk, sum doyðu heima uttan at hava fingið viðgerð, sigur Benjamin Dalziel, fólkalívslívfrøðingur við lærda háskúlan í Oregon og ein av granskarunum í kanningini.

Herviligasta umfarssótt í søguni

Ebola-umfarssóttin í Vesturafrika í 2014 til 2016 kravdi 11.300 mannalív, og er ringasta Ebola-umfarssótt í søguni. Stórur partur av sjúklingunum vórðu smittað, tá tey tóku sær av sjúkum persóni ella jarðaðu ein persón, sum var deyður av sjúkuni. 

Granskarar staðfesta, at sloppist hevði undan tveimum triðingum av Ebola-tilburðurunum, um hesir superspjaðararnir vórðu funnir fyrr. Sonevndu superspjaðararnir vóru flest allir yngri enn 15 ár ella eldri enn 45 ár, men granskararnir vita lítið annað um teir.

Leikluturin hjá superspjaðarum varð eisini staðfestur í øðrum umfarssóttum, eitt nú SARS í 2003 og MERS í 2002. Í báðum førum var talan um sjúku í andingargøgnunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045