Maður dripin í Paris

Maður dripin í Paris
Ein maður er skotin og dripin av trygdarfólkum á flogvøllinum Orly í franska høvuðsstaðnum
 
18.03.2017 - 11:15

Tað váttar franska innanríkismálaráðið.

Maðurin royndi at taka eitt vápn frá einum hermanni á flogvøllinum, og krógvaði seg síðani í einum handli, áðrenn hann varð skotin og dripin av trygdarfólkum.

Løgreglan hevur avbyrgt partar av flogvøllinum, og er farin undir eitt størri átak. Millum annað eru bumbuserfrøðingar komnir á staðið fyri at kanna, um maðurin var ílatin ein bumbuvest.

Eingin annar uttan maðurin, sum er skotin og dripin av trygdarfólkunum, er komin til skaða, sigur innanríkisráðharrin Bruno Le Roux, sum fer at vitja á flogvøllinum seinni í dag.

Áðrenn gerningsmaðurin varð skotin á flogvøllinum, hevði hann sjálvur skotið og sært eitt løgreglufólk, tá hann var steðgaður í bili sínum klokkan sjey í morgun.

Franska løgreglan sigur, at tey vita, hvør maðurin er. Tey eru nú farin undir at eina anti-terror kanning av málinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744