Gera menningardepil fyri føroyskar íverksetarar

Gera menningardepil fyri føroyskar íverksetarar
Føroyskir íverksetarar í Danmark fáa nú sítt egna umhvørvi á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn
 
24.03.2017 - 11:51

Nú skal eitt íverksetaraumhvørvi fyri føroyskar íverksetarar gerast í Danmark. Sendistova Føroya í Keypmannahavn fer at skipa nýggjan menningardepil fyri føroyskar íverksetarar á Sendistovuni á Norðuratlantsbryggjuni.  

Endamálið er at skapa eitt íverksetaraumhvørvi fyri føroyskar íverksetarar, sum vilja vaksa út í heim og eisini útisetar, sum ynskja at flyta heim at byrja nýggjar fyritøku í Føroyum, sæst í tíðindaskrivi frá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.

Íverksetarafyritøkur kunnu leiga arbeiðspláss og atgongd til fundar- og mótttøkuhøli á Sendistovuni fyri lagaligar treytir. Eisini fáa íverksetararnir í boði ókeypis ráðgeving frá øllum pørtum í føroysku vinnuframaskipanini.

Tá ið fyritøkurnar búnast, hækkar gjaldið, fyri at húsast á Sendistovuni, men tær fáa framhaldandi møguleika fyri innivist á Bryggjuni til kappingarførar prísir, stendur í tíðindaskrivinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037