Noktar at hava brúkt kemisk vápn

Noktar at hava brúkt kemisk vápn
Stjórnin í Sýria vísir aftur, at tey hava brúkt kemisk vápn í einum álopi í landslutinum Idlib í fyrradagin
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
06.04.2017 - 12:33

Sýriska stjórnin kundi ikki funnið upp á at leypa á sítt egna fólk við kemiskum vápnum. Tað hava tey ikki gjørt eina einastu ferð gjøgnum seks ára langa borgarakríggið í landinum.

Tað sigur sýriski uttanríkisráðharrin, sum altso vísir aftur, at stýrið hevur ábyrgdina av eiturgass-álopinum, sum týsdagin kravdi 72 mannalív í búnum Khan Sheik-oun í Idlib-landslutinum har norðuri í landinum.

Nógv bendir annars á, at tað vóru sýrisk stríðsflogfør, sum undir einum loftálopi týsdagin tveittu eiturgass niður yvir bústaðarøki í býnum.

Kemiskar goymslur ikki óvanligar

Bæði sýriska stjórnin og Rusland, sum stuðlar stjórnini, siga, at talan var um eitur frá eini vápnagoymslu. Fyrst varð sagt, at tað var ein vápnagoymsla hjá uppreistrarfólkunum.

Nú verður sagt, at hetta er ein vápnagoymsla hjá yvirgangsfelagsskapinum al-Nusra. Uttanríkisráðharrin í Sýria sigur, at tað er ikki óvanligt, at bólkar, sum al-Nusra og IS, byggja upp goymslur av kemiskum vápnum í bústaðarøkjum. 

USA og onnur lond leggja tó stýrið hjá Assad undir at brúka eiturvápn.

SÍ EISINI Russar eiga at umhugsa stuðul

- Vit eru ikki í iva um, at sýriska stjórnin undir leiðslu av Bashar al-Assad hevur ábyrgdina av hesum ræðuliga álopinum, sigur amerikanski uttanríkisráðharrin.

Ein sýriskur uppreistrarleiðari sigur tað sama.

- Øll sóu flogfarið, tá tað bumbaði við gassi, sigur Hasan Haj Ali, kommandantur í uppreistrardeildini, Frælsi Idlib-herurin, sambært Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985