Macron hevur beina kós Framá

Macron hevur beina kós Framá
Macron og felagsskapurin En Marche! – á føroyskum Framá! – standa til at vinna forsetavalið í Fraklandi. Vit tekna eitt portrett av stjørnuskotinum.
Macron bjóðar seg fram at stjórna einari syndraði tjóð.
 
14.04.2017 - 00:12

Hann kom at kalla burtur úr ongum, 39 ára gamli Émmanuel Macron.Nú verður orkufulli heimspekingurin og bankaráðgevin kanska komandi forsetin í Fraklandi. Tað var annars einki, sum bendi á tað fyri trimum árum síðan.

Hann kom tá sum eitt skot inn á politiska pallin. Hann hevði gamaní verið limur í franska Javnaðarflokkinum í 10 ár, men við ongum politiskum royndum annars – og uttan at vera fólkavaldur í eitt politiskt embæti – tók hann við sum búskaparráðharri í sosialistisku stjórnini hjá Manuel Valls.

Macron kvetti sambandið

Men teir sótu ikki væl um sátt. Politiskt var stórt spenni teirra millum. Macron vildi hava meira borgarligan búskaparpolitikk, og tað var strevið at fáa arbeiðið at glíða. Í fjør slitnaði. Macron kvetti sambandið og tók seg úr flokkinum.

- Eg havi upplivað tómleikan í fronskum politikki, heilsaði hann Manuel Valls og sínum starvsfelaga, forsetanum Françios Hollande, og sipaði til vantandi viljan at gera búskaparligar nýskipanir.

Og meðan sosialistiski flokkurin skýrdi hann bæði svíkjara og falskan, kveikti hann eina mótrørslu til lívs og flutti seg spakuliga inn á miðvøllin í fronskum politikki. Við fólkarørsluni En Marche! er hann farin upp politiska leytaran.

Nú nærkast hann tindinum.

Evropeiska lagnuvalið

Macron bjóðar seg fram at stjórna einari syndraði tjóð. Frakland er á einum vegamóti. Arbeiðsloysið er stórt, og franski samleikin verður hildin at vera hóttur. Tí er tað eitt lagnuval, nú fraklendingar skulu velja kós.

Sosialistiska stjórnin hjá Hollande megnaði ikki at minka veitina millum samfelagsbólkarnar. Arbeiðisloysið er 10 prosent. Millum tey ungu er arbeiðsloysið 25 prosent, og millum muslimskar tilflytarar er arbeiðsloysið 35 prosent.

- Fraklendingar vita fullvæl, at teimum tørva eina øðrvísi fíggjarliga kós, sigur stjórnmálafrøðingurin Danjal av Rana. Hann hevur búð í Marseille í tvey ár og hevur serligan áhuga fyri fronskum politikki.

SÍ EISINI Forsetaval í Fraklandi

Françios Hollande hevur eisini givið skarvin yvir og stillar ikki upp aftur. Undirtøkan fyri honum í veljarakanningunum var so lítil um ársskiftið, at hann kastaði frá sær uttan bardaga.

Sum forseti hevur hann ásannað, at áræðið á fronsku gøtunum er fánað smátt um smátt. Trongu búskaparligu korini er ein orsøk. Hin orsøkin er tann eirindaleysi harðskapurin, sum ósek fólk hava verið fyri.

Náðileysu álopini á satirublaðið Charlie Hedbo, konserthølið Bataclan og sakleysu mannamúgvuna, sum hátíðarhelt franska tjóðardagin í Nice, hava skapt mistrúgv millum samfelagsbólkar.

Frakland er meint rakt av yvirgangi. Í alt hava tólv álop verið seinastu fýra árini.

Stóra tilflytingin og flóttafólkakreppan hava eisini í ávísan mun birt undir andstygdina mótvegis fremmandafólki og viljan at sláa manngarð um tað, tey halda skal vera tann franski samleikin.

Nú er avbjóðingin so at finna røttu javnvágina millum tryggleikan og frælsi. Tað frælsi, sum hevur verið grundvøllurin undir fronsku tjóðini, síðan rembingarnar ímóti kongsvaldinum og einaræðinum í 1780.

SÍ EISINI 12 álop í Fraklandi seinastu fýra árini

Frælsishugtøkini, sum millum aðrar Rousseau og Voltaire sjósettu í París fyri 300 árum síðan, skulu nú standa sína roynd.

Sjálvsøgd rættindi sum savningarfrælsi og trúarfrælsi eru undir trýsti í landinum, har hugmyndir sum frælsi, javnrættindi og brøðalag spruttu.

- Tí er einki at siga til, at verjupolitikkur, trygdarpolitikkur og tjóðskaparpolitikkur seta dagsskránna í valstríðnum, sigur Danjal av Rana, stjórnmálafrøðingur.

Macron vil savna tjóðina

Émmanuel Macron setur seg upp ímóti teimum atfinningarsomu og nationalistisku rørslunum, sum vinna fram í hesum døgum. Hann mælir til aðra kós enn Brexit, Trump og Le Pen – og sjálvandi eisini Hollande.

Hann ber ongan beinleiðis illvilja móti tí fremmanda. Men hann ásannar kortini, at ES eigur í størri mun at samskipa sín flóttafólkapolitikk og hava munandi betri eftirlit við síni uttaru mørk.

SÍ EISINI Frakland verður syndrað og spjatt innanífrá

- Avbjóðingin eru tey fólkini, sum koma ólógliga inn í Evropa, segði Macron í sjónvarpskjaki í síðstu viku og mælti til sokallaðan kvotupolitikk.

- Men samstundis er tað ein vanlukka, at tað eru mest sum bara Týskland og Svøríki, sum taka ímóti flóttafólki, helt hann fyri.

Macron veittraði Javnaðarflokkinum farvæl í fjør, tí hann fekk ikki undirtøku fyri sínum búskaparpolitikki

Kappingarneytin Le Pen himpraðist ikki at svara aftur. Oddakvinnan í Front Nationale er harðliga ímóti tilflyting og vil seta týðilig krøv til inklusjón og eksklusjón. Hon vil minka talið av tilflytarum úr 200.000 niður í 10.000 fólk um árið.

Le Pen heldur, at franskir ríkisborgarar skulu hava forrættindi til bæði bústað og arbeiðspláss. Og hon hevur eisini lovað fraklendingum eina fólkaatkvøðu um franska limaskapin í ES, verður hon vald til forseta.

- Eg fari ikki at loyva tilflyting í sama mun, hvørki lógligari ella ólógligari. Vit hava einki at bjóða teimum. Her er ein rúgva av arbeiðsleysum og fátøkum fraklendingum, sum vit eiga at hjálpa heldur, segði hon.

Macron sigur seg vera hvørki vinstrahugaðan ella høgrasinnaðan, men dyrgir eftir stóra og ørkymlaða veljaraskaranum, sum vil hava greiðar samfelagsligar batar í stundini.

Aðalmálini í valskrá hansara eru, at:

  • Styrkja samstarvið við ES
  • Verja politisku skipanina fyri nepotismu
  • Fáa ein meira smidligan arbeiðsmarknaða við at seta úr gildi avtaluna, sum bindir arbeiðsfólkini at arbeiða í mesta lagi 35 tímar um vikuna
  • Skava 60 millardir evrur av almenna rakstrinum
  • Samtykkja ein pensjónsreform, so øll fáa somu pensjónsviðurskifti
  • Skapa okkurt um 5000 størv í skúlaskipanini
  • Fáa 10.000 fleiri løgreglufólk í starv
  • Seta uppí upphæddina til hernaðarmál, so hon verður tvey prosent av BTÚ

- Macron vil sannføra veljararnar um, at tað er ikki neyðugt at velja eina so víðgongda kós sum hana hjá Le Pen, men at fraklendingar fáa eina aðra politiska kós við at velja seg, sigur Danjal av Rana, stjórnmálafrøðingur.

SÍ EISINI Stríðið stendur millum Macron og Le Pen

Hansara politisku mótstøðufólk halda kortini, at ætlanirnar hjá Marcon eru ikki ítøkiligar og vilja hava greiðari svar, hvussu hann ætlar at útinna sínar visjónir. Stór orð uttan nakað innihald, siga tey.

Nøkur ivast eisini í trúvirðinum hjá honum sum fyrrverandi javnaðarmann og partur av stjórnini, sum hevur latið samfelagsgrundina ridla.

Framá!

Men politisku sjónarmið hansara vinna brátt fram millum veljarnar. Helst eisini, tí søgan um millióningin Émmanuel Macron er merkisverd.

Í studentaskúlanum í býnum Amiens har norðuri í Fraklandi rann saman millum 15 ára gamla Macron og læraran Brigitte Trogneux, sum eigur trý børn við øðrum manni og er 24 ár eldri enn hann.

Macron og konan, Brigitte Trogneux, sum er 24 ár eldri enn hann

Foreldur hansara mettu tað ikki vera sømiligt og vildu hava tað at kólnað teirra millum. Tey fluttu sonin í annan stundentaskúla, men Macron og Trogneux hildu fast við sítt. Í 2007 giftust tey.

Émmanuel Macron er útbúgvin heimspekingur, men hevur fyri tað mesta virkað í bankaheiminum. Sum bankaráðgevi hjá bretska Rotschild var hann við til at fáa tiltikna keypssáttmálan millum Nestlé og Pfizer í lag. Burtur úr avtaluni vann hann seg til stórt ríkidømi.

SÍ EISINI Túsundtals fólk mótmæla

Nú rópar hann Framá! á øllum veljarafundum í Fraklandi. Og veljararnir lurta. Nú tað stundar til fyrra umfarið av franska forsetavalinum, standa bæði Émmanuel Macron og Marine Le Pen til at fáa sløk 25 prosent av atkvøðunum.

Og tað snýr seg ikki bara um kósina fyri Frakland. Tað snýr seg eisini um kósina fyri Evropa.

Tí Le Pen vil hava Frakland úr ES - Macron vil hava Frakland at vera verandi í ES.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851