Danskur flokkur vil hava hertænastu í Føroyum

Danskur flokkur vil hava hertænastu í Føroyum
Dansk folkeparti heldur, at menn í Føroyum og Grønlandi eiga at hava sama rætt til hertænastu sum danskir menn hava
Føroyingar og grønlendingar eiga at hava sama rætt til at gera hertænastun sum danskir menn.
 
24.04.2017 - 15:14

Menn í Føroyum og í Grønlandi eiga at hava sama rætt sum teir í Danmark til at gera hertænastu.

Tríggir fólkatingslimir í Dansk folkeparti hava lagt fram uppskot til samtyktar um tað, og fólkatingið fer at viðgera uppskotið í morgin.

Flokkurin heldur, at nú er stundin komin at føroyskir menn og grønlendskir menn eisini gera hertænastu.

Tríggir javnsettir partar eru í ríkisfelagsskapinum.

Tí eiga allir eisini at hava sama rætt til at gera hertænastu.

Øll í ríkisfelagsskapinum eiga at gerast partur av verjuni og tilbúgvingini.

Størri sjálvstýri kostar

Sambært uppskotinum vilja bæði Føroyar og Grønland hava størri sjálvstýri. 

Tí er tað heilt náttúrligt, at fólkið har tekur størri lut í verjuni, bjargingini og tilbúgvingini í sínum egna landi. 

Sambært Dansk folkeparti, sum hevur spurt stjórnina, kostar tað ikki nógv at seta á stovn hertænastu í Føroyum og Grønlandi.

Tað fer at kosta 1,5 og 3,6 mió. kr. um árið, og teir pengarnar hevur danska verjan, sigur flokkurin. 

Til ber at senda færri fólk úr Danmark í sambandi við altjóða hernarðaratgerðir og spara pengar har, heldur Dansk folkeparti.    
Flokkurin sigur, at verður uppskot hansara samtykt, kemur tað við í næstu samráðingar í Danmark um verjusemju.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360