Samgongan er í dag vorðin samd um fiskivinnuna

Samgongan er í dag vorðin samd um fiskivinnuna
Tey, sum hava samráðast um nýskipanina í dag, hava skrivað undir
Samgongan og Sonja Jógvansdóttir hava gjørt semju um nýskipan
 
24.04.2017 - 15:40

Samgongutingfólkini og Sonja Jógvansdóttir hava gjørt semju um uppskotið um fiskivinnunýskipan.

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, við heimasíðuna in.fo.

Og Poul Michelsen, formaður í Framsókn, váttar fyri Útvarpinum, at so er.

Tað gera onnur í samgonguni eisini, men øll vísa til landsstýrismannin í fiskivinnumálum. Høgni Hoydal er á veg av landinum, so samband fæst ikki við hann í løtuni.

Sum skilst, er semjan undirskrivað beint eftir døgurða í dag. Tað gjørdu tey, sum samráddust um hana í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360