Útstykkingar darvaðar av vantandi arbeiðsmegi

Útstykkingar darvaðar av vantandi arbeiðsmegi
56 fólk bíða eftir grundøki í Vága kommunu. Trupult er at finna arbeiðsmegi til at gera útstykkingarnar
Tað gongur spakuliga fram á við útstykkingunum í Vága kommunu. Trupult at finna arbeiðsmegi, tí so nógv byggivirksemi er í landinum
 
02.05.2017 - 08:30

Tað gongur spakuliga fram á við útstykkingunum. Trupult at finna arbeiðsmegi, tí so nógv byggivirksemi er í landinum, skrivar Vága kommuna á heimasíðuni.

Stykkjað verður út í Vatnsoyrum, Sandavági og Miðvági. Í Vatnsoyrum noyddist kommunan at keypa meira lendi enn upprunaliga ætlað.

Tey grundstykkini verða klár at selja um góðar fýra vikur. Við Stóraklett í Sandavági verður klárt at selja grundstykki um einar seks vikur, og í Miðvági er útstykkingin júst byrjað. 

Væntandi verður tann útstykkingin liðug í heyst. Størsti gravgangur er eftir grundstykkjum í Miðvági. Har standa 38 fólk á bíðilista. Í Sandavági eru 18 á bíðilista.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303