Lógin má fyrst broytast

Lógin má fyrst broytast
Tað er ikki rætt, at gjald verður kravt frá fólki fyri at ganga í haganum, sigur løgmaður, sum ætlar at gera eina lóg, ið javnsetur øll
Aksel V. Johannesen, løgmaður, heldur tað ikki vera rætt at gjald verður kravt fyri at ganga í haganum, og ætlar at gera eina lóg, sum setur eins reglur fyri alt landið
 
05.05.2017 - 11:21

Lógarbroyting er neyðug, ella má nýggj lóg samtykkjast, um fólk og hagar ikki skulu taka gjald frá fólki at ganga í høgunum.

Eftir girðingarlógini kann eingin fara í hagan, uttan loyvi. Á grannastevnu í Mykinesi í apríl, varð samtykt at krevja gjald fyri atgongd til hagarnar.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, heldur tað ikki vera rætt at gjald verður kravt fyri at ganga í haganum, og ætlar at gera eina lóg, sum setur eins reglur fyri alt landið.

SÍ EISINI Nú kemur heildarætlanin um ferðavinnuna

- Tað er ikki rætt, at einstakar bygdir fara undir at áseta gjald fyri at ganga í haganum. Reglurnar um hetta eiga at vera eins fyri alt landið og ásettar í løgtingslóg.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svari til ein fyrispurning frá Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir, løgtingskvinnu.

Men skal tað gerast, so má lógarbroyting til, tí eftir girðingarlógini, sum er frá 1937, kann eingin fara í hagan, uttan at hava fingið loyvi til tað.

Greinin heldur fram niðanfyri

20170504_MYKINESFOLK_ROPA_LONGU_VARSKO

Á grannastevnu í Mykinesi fyrst í apríl varð samtykt, at eingin sleppur at ganga í høgunum, uttan at gjalda fyri tað. Gjaldið er ásett til 100 krónur fyri vaksin og 50 krónur fyri børn.

Og eftir lógini hava fólk í Mykinesi rætt til at nokta fólki at fara í hagarnar, um tey ikki vilja gjalda fyri tað.

SÍ EISINI Fer at kosta at ganga í Mykinesi

Í svarinum sigur løgmaður víðari, at í eini tíð, har alt fleiri fólk hava inniarbeiði, ofta sitandi, er tað av týdningi, at tey hava møguleika í frítíðini at koma burtur í óbygt at nýta føroysku náttúruna og at fáa kroppin í venjing.

Frá einum fólkaheilsusjónarmiði hevur hetta týdning og eisini sosialan týdning fyri hin einstaka og familjurnar, sigur hann. Men hann heldur eisini, at fleiri atlit mugu takast.

- Rætturin má avmarkast av umhvørvisligum grundum. Tað fer ikki at bera til, at náttúran fer at verða dálkað av fólki, sum gongur í henni, at viðkvæmt djóra- ella plantulív verður órógvað, ella djóra- og plantusjúkur verða spjaddar.

Greinin heldur fram niðanfyri

DVK_20160823

- Eisini má fyribyrgjast, at fólk koma sær í óføri, soleiðis at tað í størstan mun slepst undan vanlukkum og kostnaðarmiklum bjargingartiltøkum, sigur Aksel V. Johannesen.

Løgmaður sigur seg fara at umrøða málið við landsstýrismenninar í landbúnaðarmálum, fíggjarmálum, umhvørvismálum og ferðavinnumálum, hvussu eitt lógaruppskot kann orðast, har øll atlitini verða vigað upp ímóti hvørjum øðrum.

Tey, sum hava áhuga í málinum - bøndur, Búnaðarstovan, umhvørvismyndugleikar, bjargingarmyndugleikar, kommunur, ferðavinna, gongufeløg og onnur - verða tikin við ráð, tá uppskotið verður orðað, sigur løgmaður millum annað í svarinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV