Havrannsóknarskip dýrkað 71 milliónir

Havrannsóknarskip dýrkað 71 milliónir
Nýggja havrannsóknarskipið fer at kosta 286 milliónir, ikki 215 milliónir, sum upprunaliga mett
Havrannsóknarskipið verður dýrari enn mett. Landsstýrismaður hevur skotið upp fyri tinginum at hækka upphæddina í verklagslógini um havrannsóknarskipið
 
16.05.2017 - 09:09

Havrannsóknarskipið verður dýrari enn mett. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur skotið upp fyri tinginum at hækka upphæddina í verklagslógini um havrannsóknarskipið upp í 286 milliónir krónur.

Av tí at freistin at leggja uppskot fram langt síðani er farin, var neyðugt við í minsta lagi 17 undirskriftum fyri at leggja uppskotið fram nú, og tær undirskriftirnar fekk landsstýrismaðurin.

Í verklagslógini um havrannsóknarskip standa 215 milliónir krónur at byggja fyri. Arbeiðið varð boðið út í fjør, og tvey av tilboðunum vóru hægri, enn verklagslógin heimilaði. 

SÍ EISINI Havrannsóknarskipið er størsti sáttmáli yvirhøvur

Tá tilboðini vórðu kannað, varð staðfest, at dýraru tilboðini lúka krøvini í spesifikasjónum, men lægsta boðið leyk ikki treytirnar.

Síðani hevur henda skipasmiðjan boðað frá, at tilboðið fer ikki at halda, og at tilboðsprísurin ikki longur stendur við.

Gjørt av at samráðast við skipasmiðjuna MEST, sum hevði næstlægsta tilboðið. Hesar samráðingar kunnu nú gerast lidnar, og sáttmáli gerast.

SÍ EISINI Eiga at smíða havrannsóknarskipið í Føroyum

Tilboðið frá MEST var góðar 264 milliónir krónur, men landsstýrið vil hava ymiska eykaútgerð í skipið, millum annað akustiska útgerð til botnkanningar fyri 11 milliónir.

Lagt verður eisini upp fyri óvæntaðum útreiðslum fyri tríggjar milliónir. Tí verður samlaða upphæddin fyri havrannsóknarskipið 286 milliónir krónur.

Verkætlanin kann fremjast við at halda langtíðar íløgukarmin og at játta tær 71 milliónirnar, sum verkætlanin dýrkar, í 2020, stendur í viðmerkingunum til uppskotið. Verður ein partur av fíggingini flutt fram til í ár og 2017, verða færri rentuútreiðslur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Undansending
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366