Ólógliga sølan heldur fram

Ólógliga sølan heldur fram
Áheitanir hjá løgregluni undanfarin ár, um ikki at selja ella keypa festivalatgongumerki fyri yvirprís, rína ikki við hjá fólki
Útselt er til Voxbotn 2017. Nógv atgongumerki verða tí í løtuni seld á Facebook, har tey verða seld fyri nógv meira, enn tey vórðu keypt fyri, og tað er ólógligt
 
20.06.2017 - 12:37

Ætlar tú tær á Voxbotn um vikuskiftið, og hevur tú ikki longu keypt atgongumerki, mást tú djúpt niður í lumman. So djúpt, at tú kanst gerast partur av ólógligum keypi og sølu.

Nógv atgongumerki til Voxbotn 2017 verða í løtuni seld á Facebook. Verða atgongumerkini seld fyri meira, enn tey upprunaliga vórðu keypt fyri, er tað ólógligt og revsivert.

Løgreglan hevur undanfarin ár eisini viðgjørt fleiri mál, har fólk hava boðað frá ólógligari atgongumerkjasølu, eitt nú til Voxbotn, í til dømis Rótikassanum á Facebook.

Greinin heldur fram niðanfyri


Nógv atgongumerki til Voxbotn 2017 verða í løtuni seld á Facebook. Her ein lýsing í Rótikassanum

Politimálini frá undanfarnum árum um ólógliga sølu, við vinningi fyri eygað, rína eftir øllum at døma ikki við hjá fólki ið ætla sær á Voxbotn í ár - hvørki hjá seljarum ella hjá keyparum.

Í løtuni eru nógv atgongumerki til Voxbotn 2017 til sølu á Rótikassanum, har fólk, ið ikki hava fingið atgongumerki til Voxbotn, bjóða um kapp fyri at tryggja sær atgongumerki til tiltakið.

Fólk, ið keypa atgongumerki á ebillett.fo, verða ávarað frammanundan. Verða atgongumerki seld víðari fyri meira, enn tey kostaðu, verður hetta meldað til løgregluna, stendur á ebillett.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366