Macron í andsøgn til Trump

Macron í andsøgn til Trump
Franski forsetin Emmanuel Macron hevur broyt slagorðið hjá Donald Trump, "Make America great again", til "Make our planet great again"
Arnold Schwarzenegger luttók á umhvørvisráðstevnuni, sum franski forsetin skipaði fyri
 
25.06.2017 - 12:29

Meðan USA hevur tikið seg úr umhvørvissáttamálanum, París-sáttmálin, hevur franski forsetin Emmanuel Macron gjørt greitt, at hann vil hava Frakland á eina aðra kós enn USA:

Franski forsetin hevur eitt nú tikið slagorðið í valstríðnum hjá Donald Trump, "Make America great again", og broytt tað til "Make our planet great again".

Emmanuel Macron helt røðu á ráðstevnuni "World Environment Pact" leygardagin. 

Har segði franski forsetin millum annað, at hann vil ganga á odda fyri einari nýggjari, grønari bylgju, ikki einans í Fraklandi, men í øllum heiminum.

Hetta var orsøkin til, at hann hevði skipað fyri altjóða ráðstevnuni, soleiðis at leiðandi granskarar innan veðurlagsbroytingar og fleiri av heimsins leiðandi persónum kunna hittast.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744