Láglønt arbeiða niðursetta tíð

Láglønt arbeiða niðursetta tíð
Tað eru serliga teir lágløntu limirnir hjá Starvsmannafelagnum, ið forvinna millum 19.000 og 23.000 um mánaðin, sum ikki arbeiða fulla tíð
Tað eru serliga fólk í teimum lægru lønarbólkunum, sum arbeiða niðursetta tíð
 
28.06.2017 - 15:41

Tað eru serliga fólk í teimum lægru lønarbólkunum, sum arbeiða niðursetta tíð. Tað skrivar Starvsmannafelagið á heimasíðuni, starvsmannafelag.fo

Tølini yvir limir í Starvsmannafelagnum, sum starvast hjá landsins stovnum, vísa, at tað eru serliga tey, sum eru lønt í lægru lønarbólkunum, tað vil siga, bólki 1, 2 og 3, sum arbeiða niðursetta tíð.

Í lønarbólki 1, har mánaðarlønin er millum 19 og 23.000 krónur, eru góð 60 prosent, sum arbeiða niðursetta tíð, í lønarbólki 2 eru 45 prosent, í lønarbólki 3 er talið 35 prosent og í lønarbólki 4 eru tey 39 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025