Greining: 30.000 størv í vanda

Greining: 30.000 størv í vanda
Fleiri av stóru bankunum, sum nú virka í London, fara at flyta sítt virksemi til aðrar býir í Evropa, tá Bretland fer úr ES
10.000 bankastørv hvørva úr London, og 20.000 onnur størv, sum hava við fíggjarmarknaðin at gera, hvørva, tá Bretland fer úr ES, staðfestir greining
 
17.07.2017 - 08:58

Tað kann hava við sær, at 10.000 bankastørv hvørva úr London, umframt 20.000 onnur størv, sum hava við fíggjarmarknaðin at gera, vísir ein greining hjá belgiska hugsanarbankanum, Bruegel.

Talan er um stóru bankarnar, Morgan Stanley, Citigroup, Deutsche Bank og JPMorgan. Allir hava boðað frá, at teir fara at flyta nógv av virkseminum úr London, fyri at kunna vera nærri at fyritøkum í øðrum europeiskum londum.

Flyta starvsfólk úr London

Tað eru ymsar hugsanir um støðuna. Summi meta at umleið 232.000 størv í fíggjarmarknaðinum kunnu hvørva, meðan onkrar aðrar metingar siga, at talan bara verður um 4.000 størv.

Fleiri greiningarfyritøkur vísa longu á, at fleiri bankar og fíggjarfyritøkur annars longu eru farnar undir at flyta starvsfólk úr London.

Gongdin kann gerast ein vanlukka fyri bretska forsætisráðharran, Theresu May, men ein fyrimunur fyri týska samveldiskanslaran, Angelu Merkel, tí fleiri bankar ætla at flyta virksemið til Týsklands.

Nýtt umfar um Brexit byrjar í dag

Samráðingarleiðarin hjá ES hevur boðað frá, at tað má ganga skjótari enn samráðingarnar higartil hava gingið. Hann hevur samstundis víst á, at Bretland ikki fær eina fríhandilsavtalu við ES, tá landið fer burturúr.

Í Bretlandi er langtfrá semja um Brexit, og um vikuskiftið segði fyrrverandi forsætisráðharrin, Tony Blair, at brexit má steðga, tí tað fer at gera enda á landinum.

Theresa may, forsætisráðharri í Bretlandi, hevur fleiri ferðir sagt, at Brexit merkir Brexit, uttan mun til, hvørja avtalu Bretland fær við hini ES-londini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Morgunlestur leygardagur 17.januar 2026
202446
Fríggjadag 16. januar
Vikuskiftið 16. jan 2026
202799
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610