Føroyingur skaða í jarðskjálvta

Føroyingur skaða í jarðskjálvta
Ein 20 ára gamal føroyingur fekk skaða, tá jarðskjálvti í nátt rakti griksku oynna, Kos
Tvey fólk eru higartil funnin deyð og fleiri hundrað fingið skaða eftir ein jarðskjálvta, sum rakti Grikkaland og Turkaland í nátt. Ein føroyingur fekk skaða
Mynd: AP  
 
21.07.2017 - 10:53

Ein 20 ára gamal føroyingur hevur fingið skaða á griksku frítíðaroynni, Kos, tá jarðskjálvti rakti oynna í nátt. Tað upplýsir Uttanríkis- og vinnumálaráðið í tíðindaskrivi í morgun.

Maðurin er á sjúkrahúsi, men talan er ikki um álvarsligan skaða. Tað upplýsir Uttanríkisráðið í tíðindaskrivinum, ið júst er sent fjølmiðluinum. Avvarðandi hjá manninum eru kunnað.

Tvey deyð, fleiri hundrað skadd

Minst tvey fólk lótu lív á griksku frítíðaroynni, Kos, sum lá tætt við jarðskjálvtan, og fleiri 100 vórðu skadd á ymsum oyggjum, fleiri eru álvarsliga skadd.

Myndugleikarnir siga, at tann eini, sum er funnin deyður, er svii, meðan hin er úr Turkalandi. Økið verður nógv vitjað av útlendskum ferðafólkum í summarmánaðunum.

Nógv ferðafólk vórðu biðin um at fara úr gistingarhúsunum, og nógv gistu uttanfyri í nátt. Nógv fólk úr skandinavisku londunum eru bæði á Kos og á Rhodos, har skjálvtin eisini merktist.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672