Hægri skattainntøkur til kommunurnar

Hægri skattainntøkur til kommunurnar
Skattainntøkurnar hjá øllum landsins kommunum uttan fimm eru hægri higartil í ár enn í fjør
 
25.07.2017 - 06:49

Allar kommunur uttan fimm hava fingið meira skatt fyrra hálvár í ár enn í fjør, og nakrar kommunur hava fingið nógv meira í ár.

Sambært fyribils tølum eru fýra av teimum fimm kommununum, sum hava fingið minni skatt í ár, í Suðuroynni. Tær eru Fámjin, Hov, Porkeri og Hvalba. Fimta kommunan er Kunoyar kommuna.

Samanumtikið fingu kommunurnar til 1.juli góðar 51,2 mió. kr., 6,2 prosent, meira í skatti enn somu tíð í fjør.

Eftirlønarskattur ger mun

Fyrra hálvárið í ár var landskatturin 4,1 prosent størri enn í fjør. Talan er um 28 milliónir krónur.

Eftirlønarskatturin ger eisini stóran mun í landskassanum. Hann var slakar 160 milliónir í fyrra hálvári, 7,83 prosent størri enn í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541